Virksemið
Starvsfólkadagur, evnisdagur og teambuilding
Hava tit hug til ein gevandi og øðrvísi starvsfólkadag fyri øll, so kunnu vit bjóða tykkum hetta. Við stuttligum, avbjóðandi og spennandi aktivitetum og kappingum, verður ljós varpað á toymisarbeiði og úrslit.
Teambuilding byggir á fatanina um, at starvsfólkini eru tykkara mest týðandi tilfeingið.
Endamálið er at kveikja samskifti og forstáilsi millum persónar og deildir, so stuðlað verður undir, at arbeiðið hjá hvørjum øðrum verður sætt og virðismett.
Miðað verður eftir, at tit sum bólkur verða samansjóðaði, so tykkara felags mál og úrslit verða lættari at røkka.
Vit kunnu bjóða nógvar ymiskar aktivitetir, sum spenna frá smáum uppgávum til meira krevjandi aktivitetir. Málið er at geva luttakarunum øðrvísi avbjóðingar, sum seta krøv til:
samstarv, samskifti, dirvi, samskipan,
raðfesting, hugflog, leiðslu og úrslit
Fyri at tryggja ein væleydnaðan starvsfólkadag og eitt gott úrslit, verður dagurin lagdur til rættis í tøttum samstarvi við tykkum.
Formurin og innihaldið av degnum annars, verður tillagað hvønn einstaka bólk, og fyrilit verða altíð tikin fyri aldri, førleika, arbeiðsøki, o.ø. um neyðugt.
Dagurin kann haldast nógvastaðni. Í Havnini skipa vit ofta starvsfólkadagar í náttúruvakra økinum við Hoydalar og Hoyvíkina. Seinastu árini hava vit skipa fleiri starvfólkadagar á Sandoynni, sum er nakað heilt serligt. Eina ørvísi og sjálvsama upplivin fáa tit, tá ið starvsfólkadagurin verður hildin í Bø har teambuilding verður kryddað við einum túri út í drangarnar og Mulafoss.
Størri innandura teambuildingtiltøk verða eisini fyriskipaði. Vit hava millum annað fyriskipað í Norðurlandahúsinum, Hotel Føroyum nakrar ferðir. Sum nakað nýtt so kunnu vit skipa starvsfólkadagar við Tjarnir.
Hava tit áhuga í at hoyra meira, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum. Í tráð við tykkara ynskir, gera vit fegin eitt upplegg til ein starvsfólkadag, nær og hvar ið tað skal verða.

